Tíðindaskriv frá Elnevndini og Televarpinum:
Elnevndin ávarar um Force-móttakarar
Í sambandi við eftirlitsvirksemið hjá Elnevndini er nevndin komin eftir, at dømi eru um, at skammlop er komið í Force-móttakarar, ið millum annað verða nýttir saman við Televarpinum í Føroyum. Í tí sambandi hevur Elnevndin sett seg í samband við Televarpið.
Tvær hendingar hava verið umrøddar í fjølmiðlunum, har talgildir móttakarar hava elvt til skaða; í einum føri elvdi ein móttakari í september 2009 til ein álvarsligan eldsbruna á Stykkinum, og í einum føri kundi somuleiðis eldsbruni spurst burturúr.
Talan er um móttakarar við merkinum Force D-Master 1144T og Force 320T, sum Televarpið og aðrir handlar hava selt. Hesir Force-móttakarar eru