Elnevndin skal kunna føroyska leikfólkið um eltrygd og tær reglur, ið eru galdandi í Føroyum.
Vinnulívið skal hava so fjøltáttaðar møguleikar sum gjørligt, at kunna seg um ellóggávuna og kunngerðir, ið eru galdandi her á landi. Elnevndin ætlar, at samskifti við vinnulívið skal mennast í framtíðini.
