Danska sterkstreymskunngerðin er í síni heild sett í gildi í Føroyum. Tí er tað eisini týdningarmikið fyri handilsfólk at vita, hvat er loyvt at selja í Føroyum. Tað kann gerast sera kostnaðarmikið at selja ellutir, ið ikki lúka galdandi reglur, tí at tann sum selur verður ábyrgdaður at taka óregluligar ella vandamiklar lutir aftur av marknaðinum.
Í slóðunum til høgru kann lesast um CE-merking og hvørjir lutir danska Sikkerhedsstyrelsen hevur bannað á danska marknaðinum.