Myndugleikaøkið innan føroysku ellóggávuna er tvíbýtt millum elfelagið SEV og Elnevndina. Stutt kann sigast, at Elnevndin umsitir eftirlitið við verandi elinnleggingum og tí eltilfari, ið verður selt og brúkt í Føroyum. Lesið meira undir reglugerð fyri elnevndina.
Elfelagið SEV umsitir partar av løgtingslóg um løggilding av elinnleggjarum v.m., ið var sett í gildi tann 10. juni 1993. Hesir partar eru m.a. løggilding av elinnleggjarum og samskifti við teir um at binda í elveitingina.